Løgmansrøðan: Familjan er kjarnin

29.07.2018 - 14:47
InnlendisPolitikkur
Løgmansrøðan: Familjan er kjarnin
Fyri løtu síðani helt løgmaður sína ólavsøkurøðu, og gjøgnumgangandi varð nevnt, at familjan er kjarnin í samfelagnum.
Mynd: Jens Kristian Vang / Portal.fo  

Fyri løtu síðani helt løgmaður sína ólavsøkurøðu.

Her kom hann millum annað inn á, at vit í dag yvirtaka familjurættin og legði dent á, at samgongan við sínum politikki vil spenna eitt trygdarnet undir borgaran.

Øll vinna tá familjurnar hava tað gott. Var boðskapurin hjá løgmanni, sum fleiri ferðir nevndi, hvussu familjan er kjarnin í samfelagnum. 

Løgmaður kom eisini inn á glóðheita búskapin, og hann segði, at ansast skal eftir almennu íløgunum. 

Harafturat segði løgmaður, at veiðigjaldið skal setast í verk, og tað var veiðigjaldið, sum man annars ikki fekk semju um í samgonguni.  

Løgmaður nerti eisini við raðfestingina av tunlum. Løgmaður segði, at Hvalbiartunnilin skal gerast fyrst, og síðani skulu tunlarnir norður um Fjall gerast. Løgmaður segði:

- Men samferðslukervið er slitið. Tørvur er á nógvum nýggjum tunlum. Tað má tó ikki vera soleiðis, at um vit ikki fáa fyrst, so skal eingin hava. Allir skulu gerast. Fyrst Hvalbiartunnilin, síðani tunlarnir norður um Fjall og síðani hinir. Hetta skal tó gerast við skili, og vit kunnu ikki gera allar í senn. Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at skapa møguleikar og styrkja bondini millum oyggjarnar og ymsu økini. 

Hoyr samrøðu við Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, omanfyri, har tikið verður samanum ólavsøkurøðuna. 

Ólavsøkurøðan kann lesast her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908