Enn ein jarðskálvti rakt Lombok

Enn ein jarðskálvti rakt Lombok
900 ferðafólk verða nú flutt av fleiri indonesiskum frítíðaroyggjum, eftir at ein ógvusligur jarðskjálvti rakti oynna Lombok tíðliga sunnudagin.
 
06.08.2018 - 09:28

Tað siga tilbúgvingarmyndugleikarnir í dag sambært tíðindastovuni AFP.

Minst 91 fólk eru deyð og meiri enn 200 fólk eru særd av jarðskjálvtanum, sum varð máldur til 7.0 stig á richterstiganum.

Og hetta eru fyribilstøl, tilbúgvingarmyndugleikkarnir rokna við, at talið fer at vaksa, tí bjargingarfólk enn ikki eru komin til øll øki, sum eru rakt.

Hetta er annar jarðskjálvtin, sum rakar Lombok innan fyri eina viku. Farna sunnudag var ein jarðskjálvti máldur til 6,4 á rictherstiganum. Tá doyðu 17 fólk og omanfyri 1000 hús vórðu oyðilagd ella fóru sera illa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112