Heini O. Heinesen farin

Heini O. Heinesen farin
Heini O. Heinesen, fyrrverandi formaður í Tjóðveldisflokkinum, doyði í gjár, 80 ára gamal.
14.08.2018 - 20:25

Heini O. Heinesen umboðaði Tjóðveldisflokkin á løgtingi í yvir tvey ára tíggju. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1984 og var síðan valdur á hvørjum valið inntil 2004, tá hann ikki var valdur. 

Hann stillaði uppaftur í 2008 og kom innaftur á ting, men var ikki afturvaldur í 2011.

Hann var formaður í Tjóðveldisflokkinum árini frá 1994 til 2000, og hann var formaður í tingbólkinum frá 1994 til 2004.

Heini O. Heiensen sat eisini í bygdaráðnum í Kunoyar kommunu. Fyrst frá 1962 til 1970 og aftur frá 1977. Hann var valdur fyri seinastu ferð í bygdaráðið í 2012. Tey flestu árini í bygdaráðnum røkti hann borgarstjórasessin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV