Toskakvotan á Flemish Cap hækkar

Toskakvotan á Flemish Cap hækkar
Føroyingar fáa nógv meiri tosk á Flemish Cap í 2019. Kvotan á Flemish Cap hækkar við góðum 2.000 tonsum næsta ár.
 
16.08.2018 - 12:18

Føroyingar fáa nógv meiri tosk á Flemish Cap í 2019, yvir 2.000 tons størri.

Fiskifrøðingar hava mælt felagsskapinum NAFO til, at føroyska kvotan á Flemish Cap verður 4.600 tons næsta ár. 

Tað eru 2.000 tons meira enn í ár, tá kvotan fór niður.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, upplýsti hetta á fiskivinnutinginum í Klaksvík í gjárkvøldið.

Høgni Hoydal sigur, at toskurin á Flemish Cap er ætlaður línuskipunum.

Men av 3.100 tonsum skulu 15 % bjóðast út sum sølukvota, tað sigur lógin um sjófeingi.

Verður kvotan 4.600 tons, sum fiskifrøðingar mæla til, skulu 1.500 tons bjóðast út á uppboði sum uppboðsárskvota. 

Í ár var kvotan 2.491 tons. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423