Grindin í Sandavági var um 50 hval

Grindin í Sandavági var um 50 hval
Ein grind legði beinini í Sandavági seint í gjárkvøldið.
Mynd: Savnsmynd  
 
22.08.2018 - 08:12

Ein grind legði beinini í Sandavági seint í gjárkvøldið. Grindin var funnin tríggjar fjórðingurar úr Trølanípuni seinnapartin í gjár.

Men tað gekk sera striltið at fáa rakstur á hana. Ikki fyrr enn í skýmingini seint gjárkvøldið eydnaðist at halda grindina til í Sandavági. 

Sámal Jákup Jørgensen, grindaformaður sigur við in.fo, at bátarnir, sum róku, mistu ein stóran bólk. Hann metir at grindin er umleið 50 hval. 

Grindin var sleipað til Miðvágs, har hon var merkt og tald upp. Sambært sýslumanninum, so komu seðlarnir út klokkan átta. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234