Undirvísingarstýrið til verka í næstum

Undirvísingarstýrið til verka í næstum
Nýggja Undirvísingarstýrið, sum skal taka sær av allari undirvísing í landinum, uttan Fróðskaparsetrinum, fer til verka 1. september.
 
24.08.2018 - 14:52

Undirvísingarstýrið skal taka sær av øllum viðurskiftum sum hava við undirvísing at gera, tað vil siga allar skúlar og stovnar sum hava við undirvísing at gera. Fróðskaparsetrið verður kortini ikki partur av Undirvísingarstýrinum, men verður framvegis undir sjálvum Mentamálaráðnum.

Ta fyrstu tíðina verður Undirvísingarstýrið í Mentamálaráðnum, helst til ársskiftið, men ætlanin er, at Mentamálaráðið skal flyta í onnur hølir, og at Undirvísingarstýrið og teir stovnar sum hoyra til undirvísingina, skulu húsast í bygninginum við Hoyvíksvegin, har sum Mentamálaráðið nú er. 

Poul Gert Hansen, aðalstjóri sigur, at ætlanir hava leingi verið um at broyta bygnaðin, so virksemið í tí sum hevur við undirvísing at gera, verður rikið fyri seg, meðan polittiski parturin framvegis verður í sjálvum Mentamálaráðnum.

Starvsfólkahópurin í Mentamálaráðnum er býttur sundur, so tey sum hava við undirvísing at gera, fara at starvast í Undirvísingarstýrinum, meðan tey sum hava við tann polittiska partin at gera, fara at starvast í Mentamálaráðnum.

Mentamálaráðið leitar eftir hóskandi hølum til sjálvt ráðið, men hvar Mentamálaráðið fer at halda til í framtíðini, er ikki støða tikin til enn, sigur Poul Gert Hansen.

Stjóri í nýggja Undirvísingarstýrinum er Hjalmar Hansen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444