Tørvur á bústøðum í Fuglafirði

bannari
29.08.2018 - 12:59
InnlendisSamfelag
Tørvur á bústøðum í Fuglafirði
Manglandi bústaðir í kommununi hava millum annað við sær, at fólkatalið í Fuglafirði ikki er vaksið eins og nógv og í grannakommununum.

Skal málið um, at 2050 fólk búgva í Fuglafjarðar kommunu í árinum ár 2050 røkkast, mugu fleiri bústaðir fáast til vega í kommununi.

Torført at finna bústað

Tað var høvuðsniðurstøðan á kvøldsetu í Fuglafirði í gjárkvøldið um framtíðina hjá kommununi.

Hóast kommunan er væl fyri, tá ið ræður um mentan og arbeiðspláss, er fólkatalið ikki vaksið líka nógv sum í grannakommununum. Ein orsøk er, at tað er torført at fáa nakað at búgva í, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.

Fólktalið í Fuglafirði minkar

Í gjárkvøldið var kvøldseta um framtíðina hjá kommununi, har ein bólkur millum annað legði fram hagtøl um býin. Og høvuðsniðurstøðan var, at skal fólkatalið vaksa, mugu fáast til vega fleiri bústaðir, sigur Sonni á Horni borgarstjóri:

Og hagtølini vísa, at kommunan hevur eina avbjóðing við fólkavøkstrinum. Tí meðan fólkatalið í kommunum sum Eystukommunu, Runavíkar kommunu, Sjóvar kommunu og Eiðis kommunu er vaksið seinastu tíggju árini, so er fólktalið í Fugjafjarðar kommunu minkað við 10 fólkum, og ikki komið upp aftur á sama støði sum áðrenn kreppuna.

Bústaðaríløgur vanta

Hóast bústaðir mangla í Furglafirði, so er Fuglafjarðar kommuna tann kommunan, sum í dag hevur hægstu skattainntøkur fyri hvønn íbúgva. Kommunan hevur gjørt nógvar íløgur í vinnulívið, men kanska hevur tað vanta við íløgum í eitt nú bústaðir, heldur borgarstjórin.

Íbúðarverkætlanin hevur veri leingið ávegis, og sambært borgarstjóranum hevur høvuðsavbjóðingin verið at fáa bygt íbúðirnar fyri ein prís, sum er so lágur, at fólk, sum eiga hús, vilja keypa tær ella leiga tær.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065