Vísitalið fyri makrelstovnin minkað munandi

Vísitalið fyri makrelstovnin minkað munandi
Tað er niðurstøðan eftir árligu kanningina hjá Íslandi, Grønlandi, Noregi, Danmark og Føroyum, sum varð gjørd fyrst í august.
 
30.08.2018 - 10:18

Minni er til av makreli, norðhavssild og svartkjafti í ár enn í fjør. Tað er niðurstøðan eftir árligu kanningina hjá Íslandi, Grønlandi, Noregi, Danmark og Føroyum, sum varð gjørd í landnyrðingspartinum av Atlantshavi frá 30. juni til 6. august.

Vísitalið fyri makrelstovnin er minkað 40 prosent. Tað var 10,3 milliónir tons í fjør. Í ár er tað 6,2 milliónir tons, skrivar íslendska havrannsóknarstovan. 

Vísitalið fyri makrel er 30 prosent minni í ár enn miðaltalið fyri undanfarin fimm ár.

Norðhavssildin er minkað 24 prosent og svartkjafturin er minkaður 11 prosent.

Niðurstøðan varð handað ICES í gjár. ICES kemur við sínum tilmæli um uppsjóvarfisk tann 28.september.

Tróndur í Gøtu var leigaður til føroysku kanningarnar í ár.

Kanningarnar vísa, at makrelurin stendur meira eystarlaga í økinum í ár enn í fjør. 

Sildin var at finna eystur móti markinum eystanfyri og á Íslandsrygginum í ein útnyrðing móti Íslandi.

Svartkjafturin stóð spjaddur í øllum økinum, men hann er ikki í køldum sjógvi við Eysturgrønland og millum Íslands og Jan Mayen.

Niðurstøðan av kanningini í summar varð handað ICES í gjár. ICES kemur við sínum tilmæli um uppsjóvarfisk tann 28.september.

Kanningin í summar umfataði 2,8 mió. ferkilometrar av havi.

Í ár vórðu fyri fyrstu ferð 250.000 ferkilometrar í Norðsjónum eisini kannaðir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558