Tunnilin úr Gerðum verður væl dýrari

Tunnilin úr Gerðum verður væl dýrari
Tunlarnir norður um Fjall verða hundrað milliónir krónur dýrari, um tunnilin til Árnafjarðar heldur verður boraður úr Gerðum enn úr Ánunum.
31.08.2018 - 19:58

Tað er metingin hjá Landsverki.

LES EISINI: Í lagi at bíða hálvtannað ár

Fer at kosta 460 milliónir

At gera nýggju tunlarnar á leið har, teir gomlu eru, men niðari í lendinum, kostar 360 milliónir krónur.

Hin møguleikin, at bora úr Gerðun til Árnafjarðar, kostar 100 milliónir krónur meira, tí tann tunnilin er longri, og vegagerðin í Árnafirði eisini.

Umkoyringarveg fyri 60 milliónir

Út frá einum kost-nyttu sjónarmiði heldur Landsverk tað vera rætt at gera tunnilin úr Ánunum heldur enn úr Gerðum, og so í staðin gera ein nýggjan umkoyringarveg eftir eystara armi í Klaksvík úr Gerðum til Ánirnar.

Umkoyringarvegurin úr Gerðum til Ánirnar er mettur at kosta 60 milliónir krónur - ella 40 milliónir krónur bíligari enn meirkostnaðurin av at byrja tunnilin í Gerðum og gera longri veg í Árnafirði.

Tá Landsverk mælir til, at nýggi tunnilsmunnin verður nærhendis tí verandi - í Ánunum - og ikki verður fluttur í Gerðar, er tað eisini tí, at mesta ferðslan norður um Fjall kemur úr Klaksvík - og ikki beinleiðis úr Norðoyatunlinum.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444