Tvey íbúðaruppskot fyri tingið

bannari
Tvey íbúðaruppskot fyri tingið
Tvey lógaruppskot um at geva kommunum loyvi at byggja íbúðir, vórðu løgd fyri tingið í dag.
Tørvurin á bústøðum hevur ongantíð verið størri, og Bústaðir klárar ikki at nøkta tørvin einsamalt. Tí mugu kommunurnar eisini fáa heimild at byggja.
 
10.09.2018 - 15:48

Tað eru Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, og tingmenninir fyri Sjálvstýri, sum leggja fram hvør sítt uppskot.

Í lógaruppskotunum fáa kommunurnar heimild at útvega, reka og leiga út íbúðir privat hvør sær, saman við øðrum kommunum ella saman við privatum feløgum og almennum stovnum.

Tvey uppskot, eitt endamál

Í uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir verður lagt upp til, at kommunurnar skulu stovna bústaðarfeløg til endamálið, og hetta fáa kommunurnar eisini heimild til í uppskotinum hjá Sjálvstýri, hóast tað ikki er eitt krav.

Lógaruppskotini líkjast nógv yvirskipað, men nakrar ásetingar eru ymiskar, og ymiskt er, hvussu nágreinilig krøvini til kommunurnar og samstørvini eru.

Ein stórur munur er, at tað í lógaruppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir er ásett, at Almannaverkið hevur ávísingarrætt til í minsta lagi 5. hvørja leiguíbúð. Tó kann víkjast frá hesum kravinum, um kommunurnar sjálvar skulu brúka íbúðina til sosial endamál ella serligar málbólkar. Hetta er ikki nevnt í lógaruppskotinum hjá Sjálvstýri.

Greiðar reglur fyri íbúðarbyggingina

Í báðum uppskotum verður sett sum krav, at greiðar regglur frammanundan gerast fyri samstarvinum millum partarnar um íbúðarbygging. Í uppskotinum hjá Sjálvstýri eru reglurnar yvirskipað ásettar sum reglur um millum annað fígging, ábyrgdarbýti, og hvussu samstarvið annars verður skipað og kann enda.

Í uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir verða regglurnar nágreinaðar meira. Íbúðarverkætlanin skal góðkennast av kommunustýrinum, og hon skal í minsta lagi fevna um tekningar, kostnaðar- og fíggjarætlan og eina burðardygga grøna orkuætlan. Samstundis skulu viðtøkurnar fyri Bústaðarfeløgini í minsta lagi fevna um: reglugerð fyri roknskap, ársaðalfund, grannskoðan, nevnd ella stýri, og hvussu ognirnar skulu handfarast, um virksemið heldur uppat.

Harafturat skal reglugerðin fyri útleigan fevna um reglur fyri bíðilista, gjøld og uppsagnir. Eisini skal hon fevna um treytir fyri, hvørji metingarstøði telja, tá ið bíðilisti verður gjørdur, og eisini skal mannagongd vera fyri, hvussu íbúðir vera tillutaðar.

Bústaðir klárar ikki at nøkta tørvin einsamalt

Í lógaruppskotinum hjá Sjálvstýri verður eisini sett sum treyt, at kommunan frammanundan hevur ásett reglur um prísáseting og tillutan av bústøðunum, og at tryggjað verður, at tað ikki verður farið undir at útvega bústaðir, uttan at tørvur er á tí.

Í uppskotinum hjá Sjálvstýri er eisini ásett, at  kommunan skal tryggja, at leigugjaldið stendur mát við íløgukostnaðin og leypandi útreiðslurnar. Og ásett er eisini, at kommunan hevur skyldu at viðlíkahalda ognina.

Í báðum uppskotum eru ásetingar um, at kommunan kann selja bústaðirnir, um bústaðurin er ein ávísan aldur, og um tað ikki hevur verið møguligt at leiga hann út í ávísum tíðarskeiði. 

Í lógaruppskotinum hjá Sjálvstýri er ásett, at landsstýrismaðurin hevur eftirlit við kommununum í sambandi við virksemið, og í lógaruppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir er lagt upp til, at landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um treytir fyri bústaðarfeløg.

Í báðum uppskotum verður nevnt, at orsøkin til lógaruppskotini er, at tørvurin á bústøðum hevur ongantíð verið størri, og at Bústaðir einsamalt ikki klárar at nøkta tørvin, og tí er neyðugt at kommunurnar fáa heimild at byggja íbúðir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk 31.oktober 2024
182403
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Juha Raivio um Shining
182400
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Lisa Walz og Ben Juelg um Rodeo
182399
Hósdag 31. oktober
RagnarRokk: Marcus Nand um The Traveler
182396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
182920
Fríggjadag 1. november
Veðrið
182950
Hósdag 31. oktober
Kom á val 03
182906
Hósdag 31. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2024
182896