Kunnu søkja um at sleppa at fiska

Kunnu søkja um at sleppa at fiska
Skip í bólki 3 kunnu nú søkja Vørn um at sleppa at fiska írestandi kvotu av toski og brosmu í Eysturgrønlandi.
 
11.09.2018 - 07:23

Vørn boðar frá, at útlit eru fyri, at kvotan av toski og brosmu í Eysturgrønlandi ikki verður fiskað í ár, og tí kunnu skip í bólki 3 nú søkja um loyvi at fiska tað sum verður eftir av fiski, eftir at seinasta tíðarskeiðið endar 16. september.

Kvotan er avmarkað til skip í bólki 3, eftir kunngerð sum er galdandi fyri fiskiskap í grønlendskum sjógvi í ár, har talan er um botnfisk, rækjur og krabba.

Vørn upplýsir, at í løtuni eru 223 tons av toski og 196 tons av brosmu eftir av kvotuni. Tað má takast við fyrivarni, tí skip fiska av kvotuni til 16. september.

Freistin at søkja um fiskiloyvi er nú hósdagin, 13. september á middegi.

Um fleiri enn seks søkja, so verður avgerðin tikin við lutakasti, um, hvørji skip sleppa til Eysturgrønlands at fiska restina av kvotuni.

Fiskamarknaður Føroya upplýsir á sínari heimasíðu, at trý frystilínuskip eru undir Grønlandi. Tey fiska mest av toski og nakað av brosmu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659