Frans pávi kallar saman

Frans pávi kallar saman
Frans Pávi hevur kallað leiðandi biskuppar úr øllum pørtum av katólsku kirkjuni á fund 21. - 24. februar næsta ár
 
14.09.2018 - 07:26

Á fundinum skulu biskupparnir og pávin kjakast um, hvussu børn kunnu verjast móti kynsligum ágangi í katólsku kirkjuni. Tað upplýsir talskvinnan í Vatikaninum. 

Boðini um fundin komu sama dag, sum tveir týskir fjølmiðlar skrivaðu, at ein frágreiðing frá katólsku kirkjuni í Týsklandi hevur staðfest fleiri túsund tilburðir av kynsligum ágangi síðani 1946. 

Týskland er seinasta landið í røðini, har umfatandi kynslig misnýtlsa av børnum í katólsku kirkjuni eru avdúkað.

Frágreiðingar frá USA, Kili og Avstralia hava avdúka misnýtsluna.

Í amerikanska deilstatinum, Pennsylvania, hevur ljóðað, at meira enn 300 prestar hava kynsliga misbrúkt børn, men at hetta hevur katólska kirkjan í USA á skipaðan hátt kávað út yvir, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179