Vita ikki, hvar 2.835 flóttafólk eru

Vita ikki, hvar 2.835 flóttafólk eru
Danska ríkisløgreglan hevur eftirlýst 2.835 útlendingum, sum hava fingið noktandi svar um at fáa friðskjól í Danmark
 
16.09.2018 - 14:20

Tað sigur Radio24/7, sum hevur fingið nýggj tøl frá løgregluni.

Ríkisløgreglan gongur út frá, at meginparturin av eftirlýstu persónunum eru annaðhvørt flýddir ella farnir heimaftur. 

Seinastu trý árini hava 2.835 asyl-umsøkjarar fingið noktandi svar.

Trine Bramsen, er fólkatingslimur fyri danska javnaðarflokkin.

Hon sigur, at sannlíkindi er fyri, at nakrir asylumsøkjarar arbeiða svart og undirgrava arbeiðsmarknaðin, og í ringasta føri eru teir møguligir yvirgangsmenn, sigur Trine Bramsen við radio 24/7, og sipar til, at ein asyl-umsøkjari, sum hevði fingið noktandi svar í apríl 2017 drap fimm persónar í Stokkholm, eftir at hann átti av verið farin úr Svøríki.

Trine Bramsen fer at heita á Inger Støjberg, ráðharra í tilflytaramálum, um at koma við eini frágreiðing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952