Biður um eykajáttan til Landssjúkrahúsið

Biður um eykajáttan til Landssjúkrahúsið
Landsstýriskvinnan biður tingið um 10 milliónir krónur í eykajáttan til Landssjúkrahúsið.
 
19.09.2018 - 12:06

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur biðið Løgtingið um, at Landssjúkrahúsið fær 10 milliónir krónur í eykajáttan.

Uppskot um eykajáttan varð lagt fyri tingið í dag. Tær 10 milliónirnar eru millum annað til serviðgerðir uttanlands.

Fyrr í ár kom fram, at Landssjúkrahúsinum tørvaði 21 milliónir krónur. Ein partur av pengunum varð funnin við sparingum.

Tá varð eisini biðið um 10 milliónir í eykajáttan, men Landssjúkrahúsið fekk bara 7 milliónir krónur.

Uppskotið um eykajáttan, sum varð lagt fyri tingið í dag, hevur samanlagt eitt hall á 23,7 milliónir krónur, sæst í viðmerkingum.

Størstu játtanirnar eru 10 milliónir krónur til Landssjúkrahúsið og serviðgerð uttanlands, 4,2 milliónir krónur til sakarmálskostnað hjá TAKS, umframt 4 milliónir til heilsutrygdarveitingar.

Orsøkin til, at tørvur er á størri játtan til heilsutrygdarveiting, er, at útreiðslurnar eru hægri til kommunulæknar, heilivág, serlæknar, hjálpiráð og annað.

Taks tapti fyrr í ár eitt rættarmál í Landsrættinum, og tí er tørvur á 4,2 milliónum krónum til sakarmálskostnaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808