Streymur melur sterkari og ávirkar Føroyar

Streymur melur sterkari og ávirkar Føroyar
Subpolari meldurin verður hildin at hava stóran týdning fyri havumhvørvið kring Føroyar. Og streymurin er styrknaður, sigur Havstovan
Havstovan segði longu í 2016, at batar vóru á veg.
 
22.09.2018 - 15:59

Sonevndi subpolari meldurin, ein havstreymur, ið melur í ring í Norðuratlantshavi, er styrknaður seinastu árini. Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Subpolari meldurin verður hildin at hava stóran týdning fyri havumhvørvið kring Føroyar.

Hitatap frá havi til lofthav seinastu vetrarnar hevur havt við sær, at nógvur sjógvur er sokkin niður á stór dýpi í Labradorhavinum og Irmingerhavinum, og soleiðis er styrkin á subpolara meldrinum økt eftir veturin 2014-2015.

Havstovan spáddi longu í 2016, at hetta kundi føra við sær økta uppblanding av tøðevnum, og tískil øktan gróður og økta mongd av djóraæti, sum er føði fyri fugl og fisk.

Og nú eru veruliga tekin um batar inni á Landgrunnium, tí øking sæst millum annað í gróðri, nøgdini av nebbasild á Landgrunninum, nøgdini av sjófugli í bjørgunum og av botnfiski, skrivar Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325