Hallur Hansson fekk av at vita

Hallur Hansson fekk av at vita
Hallur Hansson mátti leggja rygg til 0-4 tap í Superliguni
 
25.09.2018 - 11:00

Tað gekk ikki væl hjá føroyska landsliðsmiðvallaranum, Halli Hansson, og hansara liðfeløgunum í gjárkvøldi.

Hallur og AC Horsens vóru á vitjan í Odense hjá OB, og har vóru teir fyri stórtapi.

OB legði seg á odda, tá 11 minuttir vóru farnir, og tann støðan helt sær líka til 83 minuttir vóru spældir.

Men í teimum síðstu minuttunum gjørdi OB bart og endaði við at vinna heili 4-0.

Hallur Hansson spældi allar 90 minuttirnar fyri AC Horsens.

Nú tíggju umfør eru spæld í Superliguni, er AC Horsens á áttanda plássi við trettan stigum.

Støðan:

1. FC Keypmannahavn 22 stig
2. FC Midtjylland 19 stig
3. Aab 18 stig
4. AGF 15 stig
5. Brøndby IF 14 stig
6. Esbjerg FB 14 stig
7. Randers FC 13 stig
8. AC Horsens 13 stig
9. FC Nordsjælland 12 stig
10. Sønderjyske  12 stig
11. Vejle Boldklub 11 stig
12. OB 9 stig
13. Vendsyssel 9 stig
14. Hobro 6 stig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025