- Ben og Betri vóru ikki eitt gott match

25.09.2018 - 16:15
Innlendis›Samfelag
- Ben og Betri vóru ikki eitt gott match
Tað sigur Aslaug Gisladóttir, forkvinna í nevndini fyri Betri samtakið, um avgerðina at koyra Ben Arabo frá sum forstjóra í Betri P/F.

Ben Arabo er ikki longur forstjóri í Betri samtakinum. Í fráboðan seinnapartin boðar Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri samtakinum, frá, at Ben Arabo er koyrdur frá orsakað av samstarvstrupulleikum.

Í fráboðanini stendur eisini, at næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsen, hevur avgjørt at taka seg úr nevndini, tí hann tekur ikki undir við, at Ben Arabo er uppsagdur. 

Aslaug Gisladóttir, forkvinna í nevndini fyri Betri samtakið segði í útvarpstíðindum seinnapartin, at talan er um eina keðiliga og heldur óhepna støðu.

Hoyr Aslaug Gisladóttir greiða frá í ljóðbrotinum omanfyri.

Ben og Betri hóska ikki saman

Aslaug Gisladóttir sigur, at hóast fleiri átøk vórðu gjørd í eini roynd at fáa frið í samtakið, so bar ikki mál við nøkrum. Einasta loysnin var, sambært forkvinnuni, at koyra stjóran. 

- Tá tað kemur til samstarvstrupulleikar, kunnu vit ikki nágreina støðuna nærri, sigur forkvinnan í nevndini hjá Betri, sum leggur dent á, at avgerðin at koyra Ben Arabo varð framd við atliti til at fáa frið í samtakið.

- Tað kom fram, at her vóru nakrar avbjóðingar, og vit royndu at gera nøkur átøk, so vit kunnu finna eina loysn, men tað bar ikki á mál, sigur Aslaug Gisladottir. 

- Tað er ógvuliga óheppið, men vit sóu ikki nakran annan møguleika, sigur Aslaug Gisladóttir og leggur afturat, at talan er um ein persón, sum ikki er eitt gott "match". 

2,6 milliónir komandi árið

Ben Arabo varð uppsagdur eftir treytunum í sáttmálanum, og tískil varð eingin serstøk fráfaringaravtala gjørd.

Sambært sáttmálanum fær Ben Arabo framhaldandi løn í 12 mánaðir. Talan er um 217.000 krónur um mánaðin, og tað vil siga góðar 2,6 milliónir krónur komandi árið.

Ben tók við starvinum tann 1. december í fjør, og tað merkir, at Ben Arabo fekk slakar 10 mánaðir í stjórasessinum.

Fyribils stjóri settur

Evy J. Jacobsen, vinnukundaleiðari í Betri Banka, er fyribils sett sum forstjóri í P/F Betri til nýggjur forstjóri er funnin.

Á nevndarfundinum í gjárkvøldið avgjørdi næstformaðurin í nevndini, Teitur Poulsen, at taka seg úr nevndini. Orsøkin var ósemja um avgerðina at koyra stjóran frá. Í hansara stað varð Gunn Danielsen vald. 

Tað er umboðsráðið, sum ger av, hvussu nógvir limir skulu vera í nevndini, og tí er tað enn ógreitt, um nevndin framhaldandi fer at telja fýra fólk ella meira. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028