Tveir nýggir nevndarlimir

Tveir nýggir nevndarlimir
Umboðsráðið valdi Petur Elias Nielsen og Mortan Simonsen í nevndina hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, tá ársaðalfundur var í gjár.
 
06.04.2019 - 10:52

Ársaðalfundir vóru í Ognarfelag Tryggingartakaranna og restini av Betri samtakinum í gjár.

Tríggir nevndarlimir skuldu veljast til nevndina í Ognarfelagnum, og umboðsráðið valdi Petur Elias Nielsen og Mortan Simonsen í nevndina. Gunn Danielsen varð afturvald.

Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna mannar eisini nevndina í Betri P/F, sum er móðurfelagið hjá Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón og Betri Heim.

Nýggja nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin við Aslaug Gisladóttir sum forkvinnu og Gunn Danielsen sum næstforkvinnu.

Nevndin í Betri P/F er: Aslaug Gisladóttir, forkvinna, Gunn Danielsen, næstforkvinna, Karl Birgir Isaksen, Ragnar Joensen, Petur Elias Nielsen, Mortan Simonsen, Annika Thomsen (starvsfólkavald), Sverri Justinussen (starvsfólkavaldur) og Helgi Nielsen (starvsfólkavaldur).

Aðalfundir í dótturfeløgunum

Aðalfundir vóru eisini hildnir í Betri P/F, Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón í gjár.

Í Betri Banka var broytingin tann, at Evy Jacobsen, stjóri í Betri P/F, varð vald í nevndina, har hon bleiv vald sum næstforkvinna. 

Í Betri Trygging varð Evy Jacobsen eisini vald inn í staðin fyri Boga Nielsen. 

Og í Betri Pensjón varð sama Evy Jacobsen eisini vald inn. Mortan Poulsen og Heini Joensen fóru úr nevndini, og Bogi Nielsen varð valdur sum formaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439