Týskland EM vertur í 2024

Týskland EM vertur í 2024
Týskland verður vertur fyri EM í fótbólti í 2024. Tað avdúkaði Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA seinnapartin
Fyrrverandi liðskiparin á týska landsliðnum Philipp Lahm, hevur verið oddamaður fyri týska boðið
 
27.09.2018 - 18:11

Turkaland vildi eisini vera vertur, men Týskland er altso valt fram um, skrivar Ritzau.

- Talan er um tvær stórar fótbóltstjóðir, men vit kunnu tíverri bert velja ta einu, segði Aleksander Ceferin, forseti í UEFA, tá hann lat brævbjálvan við navninum á komandi vertinum upp.

Turkaland hevur ongantíð áður verði vertur fyri eina so stóra fótbóltskapping. Týskland hinvegin var vertur fyri heimsmeistaraskapið í fótbólti í 2006, og Vesturtýskland var vertur fyri EM í 1988.

Betri undirstøðukervi

Ein fyrimunur hjá Týsklandi í kappingini um at gerast vertur, er helst møguleikarnir fyri at húsa áskoðarum. 

Týskland kann húsa 2,78 milliónum undir teimum 51 dystunum, Turkaland hevur pláss fyri 290.000 færri skrivar dr.dk

Harafturat hevur Týskland betri undirstøðukervi, eins og nógvu atfinningarnar av Turkalandi fyri brot á mannarættindi og talifrælsi kunnu hava havt týdning fyri avgerðina.

Evropameistaraskapið í 2020 verður í 12 ymiskum evropeiskum stórbýum - eitt nú í Keypmannahavn, men tað verður neyvan í 2024, tí tað hevur verið sera avbjóðandi at umsita, veit tíðindastovan AFP at siga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360