Nógv full fólk í býnum

Nógv full fólk í býnum
Løgreglan hevði úr at gera í nátt, tí nógv drukkin fólk vóru um meginpartin av landinum.
 
30.09.2018 - 09:55

Klokkan fýra í morgun ringdu tveir mans til løgreluna, og báðir søgdu, at teir høvdu fingið ein frammaná. Løgreglan kannar bæði málini, og greitt er ikki enn, hvat hendir við teimum.

Í Klaksvík var smávegis gøtuófriður um hálvgum fýratíðina í nátt. Har mátti løgreglan uppí og fekk menn at skiljast. Í dag verður helst avgerð tikin um, um menninir skulu fáa bót, ella um talan var um eitt harðskapsmál.

Í einum húsum í Havn var ógvusligur húsaófriður. Talan var um fólk, sum høvdu drukkið, og tað tók løgregluni næstan tveir tímar at sissa fólkini, so friður var aftur.

Løgreglan steðgaði umleið 30 bilum í nátt, fyri at vita um nakar hevði drukkið, men tað hevði eingin av teimum 30 bilførarunum.

Í nátt vitjaði løgreglan eisini á fleiri skeinkistøðum um landið, men har var einki óvanligt at síggja.

Ein partur av arbeiðinum í nátt var eisini at taka fólk upp, sum høvdu drukkið ov nógv, og at fáa tey til hús.

Ein nátt, har nógv var at gera, men einki ógvusligt var á vási, upplýsir vaktarleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634