Kim Larsen er deyður

Kim Larsen er deyður
Tann danski sangarin, Kim Larsen, andaðist í nátt í heiminum 72 ára gamal.
Kim Larsen og Kjukken.
 
30.09.2018 - 10:32

Umboð hjá danska sangarinum boðar í dag frá, at fólkakæri, danski sangarin andaðist í nátt 72 ára gamal. 

- Tað er við stórari sorg, at eg vegna familjuna hjá Kim Larsen skal boða frá, at Kim Larsen andaðist í heiminum eftir longri sjúkralegu. Kim Larsen gjørdist 72 ár, stóð í stuttu boðunum frá umboðinum hjá danska tónaskaldinum.  

Tað var í januar, at tað gjørdist greitt, at Kim Larsen hevði fingið staðfest krabba í prostata, og seinni sama mánaða avlýsti sangarin fleiri konsertir. 

Men í juni boðaði bólkurin hjá Kim Larsen frá, at sangarin var frískur aftur, og at bólkurin, Kim Larsen og Kjukken, aftur fór á konsertferð. Millum annað upptraðkaði Kim Larsen við bólki í august mánaða á stóra, danska festivalinum Smukfest.

Kim Larsen gjørdist av álvara kendur við danska rokkbólkinum Gasolin í 1969. Eisini hevur hann skrivað og framført í fleiri ár sjálvur. Einsamallur hevur hann selt yvir 3 milliónir fløgur, og saman við bólkinum Gasolin hevur hann selt yvir fimm milliónir fløgur. Kim Larsen varð mangan nevdnur danska tjóðarskaldið. 

Konan og seks børn hansara sótu hjá honum, tá hann í nátt andaðist, stendur at lesa í fráboðanini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638