Sunleif á serligum lista á Spotify

12.10.2018 - 08:51
ListTónleikur
Sunleif á serligum lista á Spotify
Tónaskaldið Sunleif Rasmussen er á serligum spælilista á stóru altjóða tónleikastroymingartænastuni Spotify

Hvørja viku hevur heimsins størsta tónleikastroymingartænasta Spotify ein spælilista við verkum eftir eitt tónaskald, sum skrivar klassiskan tónleik. Composer Weekly eitur spælilistin, sum hesa vikuna hevur valt 30 verk eftir Sunleif Rasmussen at vísa fram.

Sjálvur helt Sunleif Rasmussen, at talan mátti vera um eitt mistak, tá hann fekk boðini, men hann fegnast um heiðurin og vónar, at tað verður eins og Kristin Blak úr plátufelagnum Tutl sigur, at hetta kann føra til fleiri bíleggingar av verkum eftir Sunleif Rasmussen.

Fleiri enn 160.000 fólk fylgja Composer Weekly á Spotify.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444