Kaffistovan í svimjihøllini á privatar hendur

Kaffistovan í svimjihøllini á privatar hendur
Tórshavnar kommuna roynir nú aftur at fáa kaffistovuna í Svimjihøllini í Gundadali á privatar hendur.
 
17.10.2018 - 09:04

Møguleiki er nú fyri at leiga hølini hjá kaffistovuni.

Hølini eru 148 fermetrar, og so er eitt goymslurúm, sum er sjey fermetrar.  Sitipláss eru til 46 fólk.

Møguleiki er eisini at leiga ella yvirtaka verandi innbúgv og útgerð.

Tórshavnar kommuna vil, at virksemið framhaldandi verður kaffistova ella matsøla, sum er opin somu tíðir, sum Svimjihøllin er opin. 

Sambært miðlinum dagur.fo sigur Gunnar Streymoy, leiðari í Svimjihøllini, at ætlanin er at vita, um privati marknaðurin hevur áhuga í at reka kaffistovuna.

Hann sigur, at kommunan hevur rikið kaffistovuna seinastu árini, men hann heldur ikki, at kommunan skal kappast við privata marknaðin. 

Gunnar Streymoy sigur við dag.fo, at kaffistovan í Svimjihøllini fyrr hevur verið privat, men kommunan tók yvir aftur raksturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507