Heildarætlanin fyri Gundadal viðgerast

Heildarætlanin fyri Gundadal viðgerast
Heildarætlanin fyri Gundadal, sum Tórshavnar býráð skal viðgera, hevur m.a. við sær, at ÍSF-húsið, Bridgehúsið og gamla Framhúsið skulu takast niður
 
22.10.2018 - 13:21

Tað er partur av heildarætlanini fyri Gundadal, sum Tórshavnar býráð skal viðgera hóskvøldið.

Bridgehúsið skal takast niður, og tað skal gamla Framhúsið, sum GizaHoyvik nú eigur, eisini. GizaHoyvík fær nýtt hús við Hoyvíksvøll.

Feløgini, sum eiga Gundadalshøllina, vilja sleppa at byggja hana út, men kommunan ivast, tí ein útbygging kemur tætt at fyrisitingini hjá Tórsvølli og tilbúgvingarvegin til Tórsvøll.

Kommunan hevur samráðingar við feløgini, sum eiga Gundadalshøllina, um at yvirtaka høllina.

Gundadalshøllin er í ringum standi.

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur gjørt vart við plásstrot og vil sleppa at byggja á bilplássinum við høllina.

HB og B36 vilja sleppa at leggja vøll millum bæði felagshúsini, og Tennissambandið vil hava betri og endurnýggjaðar karmar.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040