Uppboðsølur í tinginum

Uppboðsølur í tinginum
Løgtingið skal í dag viðgera tvey uppskot um at taka skipanina at selja fisk á uppboðssølu av.
 
25.10.2018 - 09:11

Løgtingið fer í dag at viðgera tvey uppskot hjá Fólkaflokkinum um at taka skipanina at selja fisk á uppboðssølu av.

Annað uppskotið er um at strika heimildina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at selja fiskirættindi á uppboðssølu.

Hitt uppskotið er um at strika heimildina at selja part av kvotunum á Flemish Cap.

Fólkaflokkurin sigur, at ein bati sæst hjá heimaflotanum, tí kvoturnar á Flemish Cap hækka. 

Men nú útlitini eru frægari, skal allur vøksturin takast frá heimaflotanum, tí sambært lógini kann landsstýrismaðurin selja 15 prosent av fiskirættindunum á Flemish Cap á uppboðssølu.

Fólkaflokkurin sigur, at uppboðssølan í nýggju fiskivinnulógini er fullkomiliga miseydnað. 

Skipanin elvir til ótryggleika, og at kalla øll vinnan hevur víst á, at uppboðssølan er eitt stórt afturstig í menningini, sum hevur verið í fiskivinnuni seinastu árini.

Uppskotini um at strika uppboðssøluna í fiskivinnuni verða viðgjørd undir einum á tingfundinum, sum byrjar klokkan 13.30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542

Annað frá KVF