Stórur spenningur um upp- og niðurflyting

Stórur spenningur um upp- og niðurflyting
Hvør situr eftir við Svarta Peri í stríðnum um upp- og niðurflyting úr næstbestu og bestu deildini í fótbólti hjá monnum verður avgjørt í dag.
 
27.10.2018 - 09:57

Í dag verður endabrestur í heimligu fótbóltskappingini hjá monnum. 

Størsti spenningurin er um upp- og niðurflyting úr næstbestu og bestu deildini. 

B68 í næstbestu deildini kann við einum sigri á Víkingi á middegi í dag tryggja sær uppflyting. 

Liðini fara á middegi aftur á vøllin í Leirvík at spæla teir 77 minuttirnar, sum restaðu í, tá dómarin í gjárkvøldið fyri veður avblásti dystin. Tá var støðan framvegis javnleikur 0-0. 

Svarti Per

Við einum sigri, so kann B68 vinna seg upp á annaðplássið í næstbestu deildini og harvið tryggja sær uppflyting. Tað merkir so, at bæði tey aftastu liðini í bestu deildini, sum er AB og 07 Vestur, mugu ta tungu leið niður í næstbestu deildina.  

Tapir B68 dystin móti Víkingi, so verður tað bara aftasta liðið í bestu deildini, sum flytir niður. Og tað stríðið er ikki endaliga avgjørt.

AB noyðist tó at vinna sín dyst á útivølli móti EB/Streymi fyri yvirhøvur at hava ein møguleika at yvirliva í bestu deildini. 

Dysturin millum Víking og B68 í næstbestu deildini byrjar í Leirvík klokkan 12.00. 

Dystirnir í bestu deildini byrja allir klokkan hálvgum fýra. 

 

Dystir í Betri deildin

EB/Streymur – AB kl. 15.30

NSÍ – KÍ kl. 15.30

Skála – B36 kl. 15.30

HB – Víkingur kl. 15.30

Suðringar – 07 Vestur kl. 15.30

 

Dystir í 1.deild

Víkingur – B68 kl. 12.00

B71 – ÍF kl. 13.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567