Tarira heiðrar Regini Dahl

02.11.2018 - 18:30
Lívsstílur
Tarira heiðrar Regini Dahl
Konsert í Finsen við nýskrivaðum verkum
Tarira heiðrar Regini Dahl
Mynd: Tarira  

Leygardagin verður konsert við kórinum Tarira í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðani Regin Dahl varð føddur. Kórið fer at frumframføra heili 10 nýggjar kórsatsir, sum kórið hevur bílagt serliga til høvið. Verkini eru eftir Unn Patursson, Sunleif Rasmussen, Kára Bæk, Paula í Sandagerði og Stephen Wilkinson. Øll hava skrivað hvør sín sats uttan Stephen Wilkinsson, sum hevur latið úr hondum heili 6 nýggjar kórsatsir til hesa konsertina. Píl Reinert, forkvinna í kórinum, sigur, at Stephen, sum annars er pápi navnframa dirigentin Bernhard Wilkinsson, er heili 99 ára gamal - og hetta er onki minni enn eitt bragd. "Stephen sendi inn 7 kórsatsir, og vit gjørdu av at taka 6 av teimum við", sigur Píl. Jóhannes Andreassen, dirigentur í kórinum, kann skriva undir uppá, at hvør einasti nýskrivsaði kórsatsur er væl úr hondum greiddur. Vikuskifti hitti Píl Reinert og Jóhannes Andreassen til venjing við kórinum hóskvøldið innan konsertina

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329