Vágskálin: Bókin um Regin Dahl er ein tónleikasøguligur varði

Vágskálin: Bókin um Regin Dahl er ein tónleikasøguligur varði
Á Vágskálini seinast varð bókin um Regin Dahl, "Heimurin, ið hvarv" eftir Knút Haberg Eysturstein, ummælt, og ummælararnir kallaðu bókina eitt "megnarverk"
 
07.10.2024 - 16:00

Fræið til bókina ”Heimurin, ið hvarv” um Regin Dahl varð sátt í Tutl-handlinum í Havn í 2005, tá Knút Háberg Eysturstein sá útgávuna Atlantsløg, sum er 25 fløgur við 439 løgum eftir Regin Dahl, sum Regin syngur og spælir sjálvur.

Regin Dahl varð føddur í 1918 og doyði í 2007.

Meginpartin av lívinum búði hann í Danmark, men hann yrkti altíð á føroyskum, og í hjartanum goymdi hann tað landið, hann flutti frá, og tær Føroyar, sum yrkjarar høvdu lýst í yrkingunum, hann setti løg til.

Knút var hugtikin av teirri patosfyltu, ógvusligu og ekspressivu røddini, og tá hann fór undir lesnað í tónleikavísindum í Keypmannahavn, gjørdi hann av at skriva endaligu serritgerðina um Regin Dahl.

Ritgerðin var liðug í 2014 og gjørdist byrjanin til bókina ”Heimurin, ið hvarv” um Regin, sum Sprotin gav út í 2019. 

"Hetta er eitt megnarverk. Ein musikksøguligur varði, sum Knút kemur sera hegnisliga frá. Bókin er fyri bæði leik og lærd." 

Ólavur Jakobsen, útbúgvin tónleikari

 

Tónleikasøguligur varði

Ólavur Jakobsen, útbúgvin tónleikari, og Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, ummældu ”Heimurin, ið hvarv” eftir Knút Háberg Eysturstein í Vágskálini.  

"Hetta er eitt megnarverk. Ein musikksøguligur varði, sum Knút kemur sera hegnisliga frá. Bókin er fyri bæði leik og lærd," segði Ólavur Jakobsen.

Malan Marnersdóttir helt, at Knút Háberg Eysturstein er farin gjølla til verka á teimum 500 síðunum, og segði bókina vera serstakliga vitanarríka.

"Hetta er ein akademisk bók. Hon er saklig, og allatíðina verður víst til, hvaðani Knút hevur sína vitan. Bókin hevur eisini leitorð, og tað er ógvuliga hent," segði Malan Marnersdóttir. 

"Hetta er ein akademisk bók. Hon er saklig, og allatíðina verður víst til, hvaðani Knút hevur sína vitan. Bókin hevur eisini leitorð, og tað er ógvuliga hent."

Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum

 

Hoyr Vágskálina um bókina "Heimurin, ið hvarv" á KVF Ljóð.

Uni Arge legði til rættis.

 

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05, og tá tað ber til hjá tær á KVF Ljóð

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039

Meira um sama evni