Ber illa til at broyta í einum sáttmálaskeiði

Ber illa til at broyta í einum sáttmálaskeiði
Sáttmálin millum Pedagogfelagið og kommunurnar er galdandi til 1.oktober 2020
Bara í Tórshavnar kommunu er brúk fyri 140 dagstovnaplássum afturat.
 
04.11.2018 - 15:59

Tað verður torført at broyta umstøðurnar mitt í einum sáttmálaskeiði, heldur Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Pedagogfelagið heldur, at í staðin fyri at byggja nýggjar stovnar nú, eiga kommunurnar at betra viðurskiftini hjá verandi námsfrøðingum.

Til dømis kunnu fleiri námsfrøðingar fara upp í tíð.

Á tann hátt er tørvur á færri námsfrøðingum, og arbeiðsmegi verður tøk innan verandi hóp til tey nýggju størvini.

Men sáttmálin millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið er galdandi til 1.oktober 2020.

Broytingar verða neyvan gjørdar í einum sáttmálaskeiði, heldur Kommununala arbeiðsgevarafelagið.  

Stórt trot bæði so og so

Tørvurin á dagstovnaplássum er stórt. Bara í Tórshavnar kommunu vanta 140 pláss.

Og til tey 140 plássini er brúk fyri 40 námsfrøðingum.

Sambært Kommunala arbeiðsgevarafelagnum arbeiðir meirilutin av námsfrøðingum niðursetta tíð, nógvir. tí tað vilja teir.

Annika Olsen, sum er forkvinna í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sigur, at ikki ber til at lata vera við at byggja dagstovnar. Brúk er fyri 140 plássum nú bara í Havnini.

Nú er eisini blivið trot á hjálparfólkum til dagstovnarnar.
 
Í onkrum føri er so stórur tørvur á fólki á dagstovnum, at stovnar hava sett avloysarar í starv, sum eru yngri enn 18 ár.

Tað er brot á sáttmálan hjá Pedagogfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815