Einki flag á Glasi

07.11.2018 - 13:22
InnlendisPolitikkur
Einki flag á Glasi
Serliga sedum flagtekjan kann ikki leggjast á skúlan, og pengarnir eru brúktir til at gjalda aðrar eykarokningar
Hóast løgtingið í fjør játtaði sjey milliónir krónur til serliga sedum flagtekju á Glasi, so er framvegis einki flag lagt á. Men pengarnir eru brúktir til at gjalda aðrar eykarokningar.

Í fjørsummar játtaði løgtingið sjey milliónir krónur til eina serliga flagtekju á skúladepilin í Marknagili í Havn. Talan er um eina serliga "sedum" flagtekju, ið er væl lættari enn vanligt flag.

Framvegis er eingin flagtekja løgd á - og Landsverk veit framvegis ikki, um tað yvirhøvur ber til at leggja hesa serligu flagtekju á bygningin. 

-Ráðgevararnir hava framvegis ikki funnið eina tekniska loysn, sum er haldbar til føroyska veðurlagið, sigur Ewald Kjølbro.

Stjórin á Landsverki vísir á, at til ber ikki at leggja vanliga, føroyska flagtekju á bygningin, tí tað takið vil vera ov tungt í mun til konstruktiónina á bygninginum.

Men pengarnir fyri flagtekjuna, sjey milliónir krónur, eru brúktir. Teir eru farnir til at gjalda aðrar eykarokningar, sum stinga seg upp, nú arbeiðið hjá arbeiðstakarunum skal gerast upp.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Ewald Kjølbro greiða frá søguni um flagtekjuna.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173