Týdningarmikið við stigum

15.11.2018 - 12:21
ÍtrótturFótbóltur
Týdningarmikið við stigum
Tað hevur týdning fyri undankappingina til EM, at Føroyar fáa stig í teimum síðstu Nations League-dystunum, sigur varaaðalskrivarin í FSF

Tað hevur týdning fyri undankappingina til EM í fótbólti, at Føroyar fáa stig í teimum síðstu UEFA nations league dystunum. Tað sigur Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í Fótbóltssambandinum.

Eydnast tað ikki, er vandi fyri, at føroyska fótbóltslandsliðið verður styrkismett í lægsta bólkinum, tá lutakastið verður í desember. Hoyr samrøðu við varaaðalskrivararn omanfyri. 

Nú tveir dystir eru eftir at spæla í UEFA Nations League undankappingini eru Føroyar á triðja plássi í bólki-3.

Kosovo er á odda við átta stigum, Aserbadjan hevur seks stig, Føroyar hava fýra stig og Malta er aftast við tveimum stigum.

Dysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður spældur í Baku leygardagin klokkan 17.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Mono: Axel Einarsson (5:5)
175796
Mikudag 29. mai
Skratsj tann 29. mai 2024
175791
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mai
Patursson - teknmálstulkað
175800
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175764
Týsdag 28. mai
Veðrið
175741