Brandur Hendriksson Olsen er aftur á landsliðnum

Brandur Hendriksson Olsen er aftur á landsliðnum
Ein tann mest týðandi landsliðsleikarin í fótbólti í nýggjari tíð, miðvallarin Brandur Hendriksson Olsen, er aftur úttikin til landsliðið
Håkan Ericson
Mynd: Savnsmynd / Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.06.2023 - 10:30

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur tikið hópin til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania á Tórsvølli út.

Nevniverdast er tað, at nakrir av mest týðandi spælarunum á landsliðnum, ið hava sitið uttanfyri við skaðum ella av øðrum orsøkum, eru við aftur. 

Serliga hugaligt er tað hjá føroyingum at síggja, at Brandur Hendriksson Olsne aftur er við eftir drúgvan knæskaða.

Seinast Brandur Hendriksson, sum nú spælir undir Mikkjali Thomassen í Fredrikstad FK, spældi landsdyst var í november 2021 móti Ísrael.

Jóannes Bjartalíð og Sonni Ragnar Nattestad, sum hava spælt nógv í seinastuni, eru við aftur, meðan Jóan Símun Edmundsson als ikki hevur spælt kappingardyst í 2023.

Håkan Erikson gjørdi vart við, at toftamaðurin, ið hevur verið nógv plágaður av skaða, tó hevur vant seinastu sjey vikurnar og spælt nakrar venjingardystir. Tí er hann í hópinum. 

Petur Knudsen, ið spælir í danska felagnum Lyngby, er eisini í hópinum, eftir at hann komin fyri seg eftir drúgvan skaða og skurðviðgerð. 

Pláss var tó ikki fyri toppskjúttanum í bestu deildini í Føroyum, Páll Andrasson Klettskarð. 

Á tíðindafundinum harmaðist Håkan Ericson um, at Patrik Johannesen og Meinhard Egilsson Olsen báðir hava fingið krossbandsskaða. 

 

Hópurin til dystirnar móti Kekkia 17. juni og Albania 20. juni er hesin:

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar:
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (NOR)

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KI
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36

Áleyparar:
Hannes Agnarsson, B36
Petur Knudsen, Lyngby (DAN)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762