Nú er javnleikur nokk

Nú er javnleikur nokk
Føroyar varðveita sítt pláss í styrkisbólki fimm, um dysturin ímóti Malta endar við javnleiki
 
20.11.2018 - 07:12

Hóast Føroyar ikki kunnu vinna sín bólk í UEFA Nations League, so stendur nógv upp á spæl undan dystinum móti Malta í kvøld.

Úrslitið í hesum seinasta dystinum fer at avgera, um Føroyar enda í styrkisbólki fimm ella seks til komandi EM-undankappingina.

Tað eru endaligu støðurnar í UEFA Nations League, sum avgera, hvar londini verða styrkismett til komandi EM-undankapping.

Londini í League D, sum enda nummar fýra og ringasti trýarin, enda í sætta styrkisbólki til komandi EM-undankapping.

Myndin hevur verið, at Føroyar helst skuldu vinna dystin á Malta, um plássið í bólki fimm skuldi varðveitast.

Men í gjár var eitt úrslit í einum øðrum bólki, sum ger, at Føroyar nú kunnu klára tað við einum javnleiki.

Andorra og Lettland spældu málleysan javnleik í bólki eitt, og tí hava bæði fýra stig. 

Føroyar hava í løtuni eisini fýra stig, og tí tekur ein javnleikur Føroyar upp á fleiri stig enn Lettland.

Støðurnar í bólkunum í UEFA Nations League D

Bólkur 1

1.Georgia  6 dystir 16 stig
2.Kasakstan 6 dystir 6 stig
3.Lettland 6 dystir 4 stig
4.Andorra 6 dystir 4 stig

Bólkur 2

1.Hvítarussland 6 dystir 14 stig
2.Luksemburg 6 dystir 10 stig
3.Moldova 6 dystir 9 stig
4.San Marino 6 dystir 0 stig

Bólkur 3

1.Kosovo 5 dystir 11 stig
2.Aserbadjan 5 dystir 9 stig
3.Føroyar 5 dystir 4 stig
4.Malta 5 dystir 2 stig

Bólkur 4 

1.Makedonia 6 dystir 15 stig
2.Armenia 6 dystir 10 stig
3.Gibraltar 6 dystir 6 stig
4.Liktenstein 6 dystir 4 stig

Malta og Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.45. Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum.

Lutakastið til EM-undankappingina verður 2.desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429