Europol steingir fleiri túsund heimasíður

Europol steingir fleiri túsund heimasíður
Heimasíðurnar selja m.a. falskan heilivág, piratkopieraðar filmar, sjónvarpsrøðir og tónleik, og eisini software og el-tøkni og aðrar falskar vørur
 
28.11.2018 - 10:48

Europol hevur í stórum altjóða átakið stongt 33.654 økisnøvn, sum selja falskar vørur á netinum.

Í samskipaða átakinum, sum var í 26 londum, hevur evropiska løgreglusamstarvið handtikið 12 persónar og lagt halda á eina miljón evrur, - tað svara til 7,5 miljónir krónur, upplýsir Europol í tíðindaskrivi.

Tað er ikki upplýst, hvagani tey 12 handtiknu koma.

Átakið kallast "In Our Sites", og er afturvendandi alheims átak, sum fyrstu ferð varð sett í verk í 2014 og er vaksið í vavi síðani.

Ymiskir myndugleikar í fleiri londum hava verið við í seinastu átøkunum fyri at hjálpa Europol.

Tí eru alsamt fleiri falskir net-handlar avdúkaðir og hald er lagt á økisnøvnini. 

Undir seinastu átøkunum vórðu 20.520 økinøvn stongd, men hetta seinasta átakið hevur stongt 33.654 økisnøvn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980