Viðgera eykajáttanaruppskotið í dag

bannari
Viðgera eykajáttanaruppskotið í dag
Fíggjarnevndin fer í dag at viðgera uppskotið um eykajáttan til Skúlabyggingina í Marknagili.
 
07.12.2018 - 09:15

Fíggjarnevndin hevði annars skrivað álit, og málið var til aðru og triðju viðgerð í Løgtinginum mikudagin.

Málið varð samtykt við aðru viðgerð, men við triðju viðgerð varð samtykt at beina málið aftur í fíggjarnevndina.

Formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen, segði við Dag og viku í gjár, at fíggjarnevndin nú fer í gongd við at viðgera møguleikarnar. 

Sambært formanninum er ein møguleiki at halda fast og einans játta pengar til tað arbeiðið, sum manglar. Ein annar møguleiki er at gera eina nýggja verklagslóg, har tað samstundis verður staðfest, júst hvat pengarnir skulu brúkast til:

 

20181206_AFTUR_A_FUND_UM_GLASIR

 

Landsstýriskvinnan ongar viðmerkingar

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, er biðin um at koma á fund við fíggjarnevndina.

Rigmor Dam vil ikki gera viðmerkingar um málið fyrrenn frágreiðingin frá Samferðslumálaráðnum er klár mikudagin.

Rigmor Dam tók ongantíð orðið í løgtinginum, tá málið var til aðru og triðju viðgerð.

Fundurin hjá fíggjarnevndini byrjaði klokkan 9 í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011