Freistin longd tveir dagar at koma við navni

Freistin longd tveir dagar at koma við navni
Freistin at lata uppskot um navn og búmerki hjá Musikkskúlanum í Havn er longd, men ikki nógv. Hon er long tveir dagar, til á middegi í morgin.
Nýggi Musikkskúlin í Havn.
Mynd: Tórshavnar býráð.  
 
13.12.2018 - 07:43

Freistin at lata uppskot um navn og búmerki hjá Musikkskúlanum í Havn er longd, men ikki nógv. Hon er long tveir dagar, til á middegi í morgin.

Uppskotini skuldu annars vera inni í seinasta lagi á middegi í gjár.

Til ber at lata inn uppskot antin um navnið ella búmerkið ella um bæði. 

Navnið og/ella búmerkið skal vera av slíkum slagi, at einki er at ivast í, at talan er um ein musikkskúla.

Latnar verða 5.000 kr. til vinnandi navnið og 5.000 kr. til vinnandi búmerkið.

Flytur næsta summar

Tórshavnar musikkskúli flytur næsta summar í nýggjan bygning við Hans Andriasar gøtu og Landavegin í Havn. 

Skúlin verður 2.600 fermetrar og hevur pláss fyri 800 næmingum.

Musikkskúlin er mettur at kosta 96,5 mió.kr. 

Tað kann eisini verða, at Tórshavnar musikkskúli varðveitir navnið hjá sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976