Stórur áhugi fyri Heimafriði

Stórur áhugi fyri Heimafriði
Yvir 60 fólk vóru á stovnandi aðalfundinum hjá felagnum Heimafriði mánakvøldið
Yvir 60 fólk vóru við til at stovna felagið Heimafrið.
Mynd: Heimafriður.  
 
14.12.2018 - 07:30

Yvir 60 fólk vóru á stovnandi aðalfundinum hjá felagnum Heimafriði mánakvøldið.

Stóra undirtøkan er prógv um, at ljóð- royk- og ljósdálking frá skipum ávirkar og órógvar nógv fólk kring landið, sigur Heimafriður í tíðindaskrivi. 

Á fundinum bleiv endamálsorðingin hjá felagnum samtykt.

Endamál felagsins er at virka til frama fyri heimafriði og heilsubetri umhvørvi hjá fólki í Føroyum. 

Ótolandi larmur, ristingar, roykur og ljós frá skipum ella øðrum havnarvirksemi skal ikki sleppa at hava negativ árin á bústaðarøki í framtíðini. 

Í nevndina vórðu vald Trina Eysturoy, Sylvia Thomsen, Niels Midjord, Theodor E. Johannesen og Theresa Jákupsdóttir. 

Nevndin fer at skipa seg í næstum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358