Tríggjar kunngerðir í alilóggávuni til hoyringar

bannari
Tríggjar kunngerðir í alilóggávuni til hoyringar
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sent tríggjar nýggjar kunngerðir í alilóggávuni til hoyringar. 
 
22.12.2018 - 16:42

Talan er um uppskot til kunngerð um um útbjóðing av aliloyvum, uppskot til kunngerð um tillutan av aliloyvum og uppskot til kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum Uttanríkis og Vinnumálaráðið hevur sent til hoyringar. 

Ætlanin er at endurskoða rakstrarkunngerðina og seta tvær nýggjar kunngerðir í gildi. Rakstrarkunngerðin er bulurin undir føroyskari aling, og flest øll rakstrarviðurskifti verða regulera í henni. Rakstrarkunngerðin hevur tørv á endurskoðan, tí at vitan, tøkni og alihættir alsamt broytast, og lógarverkið má fylgja við hesi menning, upplýsir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið. 

Rakstrarkunngerðin er tillagað aling av fiski, her fyrst og fremst laksi og sílum, sum fyrst verða ald sum smolt í feskum vatni á landi fyri fyri síðan at verða koyrd á sjógv, tá smoltini gerast sjóbúgvin.

Fremsta endamálið við nýggja uppskotinum er at fáa ásetingar um sjúkufyribyrgjandi rakstur, sum eisini umfata aling av øðrum djórum, t.d. kræklingi og aling av tara. Harafturat eru í hesum uppskoti greiðari reglur um landaling, t.d. aling av laksi ella rognkelsum á landi í innpumpaðum sjógvi.

Tær nýggju kunngerðirnar um tillutan og útbjóðing eru neyðugar, tí tá alilógin varð broytt í vár, varð latið upp fyri, at nýggj loyvi kunnu latast - t.d. loyvi til tara og krækling og til landaling og offshore aling. Tørvur var tí á at hava kunngerðir, sum áseta reglur fyri, hvussu loyvi skulu gevast, umframt hvar og til hvat endamál loyvi skulu gevast í næstum. 

Hoyringarfreistin er 23 januar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985