Almenni geirin letur neyvan upp aftur í ár

Almenni geirin letur neyvan upp aftur í ár
Fríggjadagin lat stórur partur av almenna geiranum í USA aftur eftir ósemjur um fíggjarlógina í senatinum.
 
23.12.2018 - 10:06

Fríggjadagin lat stórur partur av almenna geiranum í USA aftur eftir ósemjur um fíggjarlógina í senatinum. Serliga var tað múrurin til Meksisko, sum semja ikki var um.

Nú skriva altjóða miðlar, at almenni geirin neyvan letur upp aftur í hesum árinum.

Amerikanska forsetin, Donald Trump, krevur, at fimm milliardir dollarar verða settar av til ein múr á markinum millum Meksiko og USA, men hetta vilja demokratarnir ikki vera við til.

Avleiðingin av ósemjuni var, at ein stórur partur av almenna geiranum lat aftur fyri triðju ferð í ár. Fleiri enn 400.000 fólk mugu heim - onnur 400.000 mugu til arbeiðis uttan løn - hon verður goldin við afturvirkandi kraft.

Sambært CNN er tað ikki hent seinastu 40 árini, at almenni geirin er tvungin at lata aftur tríggjar ferðir í sama ári. 

Demokratarnir krevja, at Trump forseti sleppur ætlanini um múrin, og Trump ávaraði tá um drúgvan steðg í samráðingunum.

Senatið, sum skal samtykkja fíggjarlógina, hittist aftur hósdagin, men eygleiðarar eru ikki bjartskygdir, skrivar bretska kringvarpið.

- Um demokratarnir atkvøða ímóta múrinum, fer almenni geirin at vera stongudr í sera langa tíð. Fólk vilja ikki hava opin mørk og kriminalitet, skrivaði Trump á Twitter fríggjamorgunin. 

Trump-fjepparar gera nú sítt til at fíggja múrin. Við hópfígging - eisini kallað crowdfunding - hevur ein amerikanskur veteranur longu savnað saman 14 milliónir dollarar. Ætlanin er at savna saman í øllum førum eina milliard. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666