Taka fangar heim til Grønlands

Taka fangar heim til Grønlands
Miðskeiðis í februar verður greitt, hvussu nógvir grønlendingar, sum eru sendir til Danmarkar í fongsul, verða fluttir til nýggja fongslið í Nuuk
 
24.12.2018 - 10:38

27 grønlendingar sita í Herstedvester, og teir skulu nú taka støðu til, um teir vilja flytast til Nuuk ella verða verandi í fongslinum í Herstedvester.

Lógin, sum hevur ásetingar fyri at flyta hesar fangar, varð samtykt í Fólkatingium týsdagin í síðstu viku. 

- 7. januar verður fundur við hesar fangar um flytingina, har teir verða kunnaðir um flytingina, sigur Naaja Nathanielsen, stjóri fyri kriminalforsorgina í Grønlandi.


Teir 27 fangarnir fáa ein mánað at taka avgerð, um teir vilja flytast. Miðskeiðis í februar verður sostatt greitt, hvussu nógvir flyta.

Lógin um flytingina til Nuuk tryggjar eisini, at fangarnir hava rætt til at angra flytingina til Nuuk fyrstu seks mánaðirnar, skrivar Sermitziaq.ag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904