BankNordik verður dýrari hjá eigarum og kundum

31.12.2018 - 16:34
Innlendis›Pengar
BankNordik verður dýrari hjá eigarum og kundum
Herd krøvi gera, at BankNordik skal polstrast við millum hálvari og einari milliard krónum afturat, sigur Árni Ellefsen, forstjóri:
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik samtakinum.

Herdu krøvini frá Fíggjareftirlitinum og føroysku myndugleikunum merkja, at Bank Nordik skal polstrast við millum hálvari og einari milliard krónum afturat. Hetta er tað, sum bankafólk kalla solvensur.

Tað nýggja er, at peningastovnarnir sjálvir skulu megna at rinda allar rokningar, umframt at vera førir fyri at endurreisa seg sjálvar - also hvør sær - í kreppustøðu. 

Hesi eyka krøvini hava við sær, at bankin verður dýrari, bæði fyri partaeigararnar og fyri kundarnar, sigur Árni Ellefsen, forstjóri.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723