Kæran vann ikki frama, útstykkja nú á Skála

Kæran vann ikki frama, útstykkja nú á Skála
Ein kæra hevur seinkað ætlanini hjá býráðnum í Runavík at gera 18 grundstykki á Skála
Útstykkjað verður á Hórheiðum á Skála.
Mynd: Runavíkar kommuna.  
 
10.01.2019 - 07:11

Ein kæra hevur seinkað ætlanini hjá býráðnum í Runavík at gera 18 grundstykki á Skála.

Men kæran, sum var um fornminni á staðnum, vann ikki frama.

Nú verður so ætlanin gjørd um 18 grundstykki suður frá verandi búseting á Hórheiðum á Skála. 

Kommunan eigur jørðina, sum verður stykkjað út.

Runavíkar kommuna sigur, at væntandi verður neyvætlanin, sum fyritøkan Formo á Glyvrum ger, liðug seinnapartin í apríl, og tá verður arbeiðið at stykkja út boðið út.   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793