Brúka avlopsvatnið úr Sumbiartunlinum

Brúka avlopsvatnið úr Sumbiartunlinum
Nýggja smoltstøðin, sum Bakkafrost fer at byggja í Ónavík í Lopra, fer at brúka avlopsvatn úr Sumbiartunlinum
 
16.01.2019 - 08:45

Sóknin hevur rætt til helvtina av vatninum í brunninum í bergholinum, og so eru onnur, sum eisini hava rætt til part av vatninum, so sum MBM, Føroya Bjór og smápartafelagið Kervi. 

Men nógv av vatninum rennur á sjógv, og tað er hetta avlopsvatnið, sum nýggja smoltstøðin hjá Bakkafrosti fer at brúka í síni framleiðslu.

Smoltstøðin skal eftir ætlan ala tríggjar milliónir smolt árliga, og tey skulu viga hálvt kilo, áðrenn tey verða sett út í ringarnar.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, segði við sjónvarpið í gjár, at 12.000 fermetrar (skal vera rúmmetrar!)av kørum eru neyðugir til smoltalingina, og tí verður nýggja virkið umleið 10.000 fermetrar til støddar.

Eini 10 fólk fáa arbeiði á smoltstøðini, tá hon verður liðug - væntandi um eini trý ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365