Graham Stewart undir nýtt oljuvirksemi

Graham Stewart undir nýtt oljuvirksemi
Graham Stewart sigur seg vænta at fara undir nýtt oljuleitingarvirksemi, eftir at Faroe Petroleum í síðstu viku varð yvirtikið av DNO
 
16.01.2019 - 09:01

- Eg dugi ikki at ímynda mær, at eg fari at sita hendur í favn.

Tað sigur Graham Stewart, fráfarandi stjóri í Faroe Petroleum, við Financial Times.

Faroe Petroleum noyddist í síðstu viku at geva skarvin yvir í eini sonevndari "fíggindaligari yvirtøku", sum norska, DNO, stóð fyri.

Graham Stewart sigur við blaðið, at hann roknar við, at hann og hinir leiðslulimirnir í Faroe Petroleum fara undir nýtt oljuleitingar- og framleiðsluvirksemi.

- Nógv partabrøv eru til keyps, og nógvir leitingarbrunnar eru at bora. Vit hava nógv góð sambond, og hava lært nógv hesi árini, sigur Graham Stewart.

Eftir beiska stríðið, sum altso endaði við, at DNO vann og yvirtók Faroe Petroleum, segði Graham Stewart við Fiancial Times, at tað mest nátúrliga hjá sær er at brúka sínar royndir og vitan í bretskum og norskum sjógvi.

Ognarluturin hja Graham Stewart í Faroe Petroleum er verdur meira enn 100 milliónir krónur, og tað sigst, at hann fær 137 milliónir krónur við sær úr felagnum.

Fríggjadagin kunngjørdi Graham Stewart, at hann og hini í leiðsluni í fyritøkuni fara at leggja frá sær á heiðurligan hátt.

Graham Stewart stovnaði Faroe Petroleum í 1998, og hann gevst sum stjóri um einar tríggjar mánaðir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576