Samtykt: Fyribils dagstovnur skipast í Hoydølum

Samtykt: Fyribils dagstovnur skipast í Hoydølum
Pláss verður fyri um 100 børnum, sum skulu vera har, til verandi stovnar eru útbygdir
 
17.01.2019 - 11:34

Tórshavnar býráð samtykti einmælt á fundi í gjár at leiga lonina við studentaskúlan í Hoydølum til fyribils barnaansing.

Ætlanin er at byrja leigumálið 1. februar, og pláss verður fyri 100 børnum á stovninum í Hoydølum. Stórur tørvur er á barnaansing í høvuðstaðnum, og tí verður lonin í Hoydølum leigað, meðan ansingarstovnar verða bygdir út.

Samstundis verða aðrir barnaansingarstovnar útbygdir, men teir tríggir sum verða útbygdir nú, eru allir seinkaðir.

Fríðriksgarður verður tikin í nýtslu 1. mars. Býlingshúsið Inni á Gøtu verður væntandi liðugt síðst í apríl, og Býlingshúsið í Maritugøtu væntast liðugt síðst í mai. Ætlanin er eisini at byggja aðrar stovnar út.

Fýra nýggjar stovur til 64 børn skulu gerast í Býlingshúsinum Vesturi á Flat, og tvær stovur til 32 børn skulu gerast í Dagstovninum á Hamrinum.

Tórshavnar kommuna ætlar at fíggja loysnina í Hoydølum við pengum, sum lupu av á kontuni til fíggjarligt frípláss í fjør. Talan er um eina millión og 850.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006