Huawei missir kontraktir

Huawei missir kontraktir
Nevndarformaðurin í Huawei hevur nú sagt, at fyritøkan fer at taka seg aftur av europeiska marknaðinum, um ikki tíðindini um njósning, halda uppat
 
24.01.2019 - 08:54

Kinesiska telefyritøkan, Huawei, fer at bjóða seg fram, har sum hon er vælkomin. Tað gjørdi nevndarformaðurin í fyritøkuni, Liang Hua, greitt, tá hann helt røðu á búskapartoppfundinum í Davos í Sweits.

Hann gjørdi greitt, at fyritøkan fer at taka seg aftur av europeiska marknaðinum, um ikki tíðindini um njósning, halda uppat.

Huawei bjóðar seg fram kring allan heimin, men fleiri lond aftra seg við at loyva kinesiska felagnum framat, tí tey meta ikki at trygdin er nóg góð. Eftir kinesisku skipanini, kunnu myndugleikarnir áleggja fyritøkum at samstarva við kinesisku fregnartænastuna.

Tí føra nógv lond fram, at útgerð frá fyritøkuni kann nýtast til njósning, hóast nógvar kanningar hava víst, at tað er einki samband millum tøknina og njósning.

Huawei bjóðar seg fram til at skipa fyri at menna telesamskiftið við 5G-netinum, sum fleiri lond hava víst áhuga, men ivaspurningarnir sum eru reistir, hava fingið fleiri lond at aftra seg við at gera sáttmála við fyritøkuna.

Umframt at vera nevndarformaður í Huawei, er Liang Hua, eisini virkandi fíggjarstjóri í fyritøkuni, eftir at fíggjarstjórin, 46 ára gamla, Meng Wanzhou, varð tikin í Kanada 1. desember í fjør. Hon er dóttir stovnaran av fyritøkuni, Ren Zhengfei.

Nevndarformaðurin legði dent á, at øll sum eru í iva, kunnu koma á verksmiðjuna í Kina at kanna viðurskiftini, um tey eru í iva um útgerðin kann nýtast til njósning.

Danskar fyritøka steðga samstarvið við Huawei

Ivin sum er sáddur um Huawei, hevur fingið danska felagið, Banedanmark, sum staturin eigur, at ógilda ein sáttmála við kinesiska felagið.

Talan var um ein sáttmála sum varð gjørdur í desember í fjør, og sum skuldi hava við sær, at norska felagið, NetNordic, sum selur útgerðina hjá Huawei í norðurlondum, skuldi seta útgerð upp fram við donsku jarnbreytunum.

Nú hevur so danska felagið gjørt av at ógilda sáttmálan, og grundgevingin er, at einki verður nevnt um cybertrygd í útboðnum.

Danski verjumálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, var týsdagin í samráði hjá verjunevndini í fólkatinginum. Har segði hann, at eingin lóg í Danmark kann forða einum ávísum veitara í at bjóða seg fram. Men legði samstundis dent á, at stjórnin er fús at seta forðigar í verk, um tað vísir seg at vera neyðugt fyri trygdina.

USA hevur sett Huawei forboð fyri at bjóða upp á almenn arbeiðir, Australia og Ný Sæland hava sett fyritøkuni forboð fyri at vera við at menna 5G-netið í londunum, og Týskland og Noreg umhugsa at gera tað sama.

Fyri jól ávaraði trygdarnevndin í Kekkia kekkisku telefyritøkurnar ímóti at nýta Huawei sum veitara, tí felagið hevur tætt tilknýti til kinesisku myndugleikarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 6. oktober
Møti: Útvarpsmøti úr Zarepta
181698
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
181697
Sunnudag 6. oktober
Bolero 6. oktober
181696
Leygardag 5. oktober
Plátupanelið #021 (Break Up-plátur)
181685
Leygardag 5. oktober
Jambalaja - 051024
181682
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510