Myndatúrar við ferðafólki

22.02.2019 - 18:16
Lívsstílur
Myndatúrar við ferðafólki
Fólk við fartelefonum eisini vælkomin
Høgni Reistrup og Ditte Mathilda Joensen
Mynd: Leivur Thomsen  

Høgni Reistrup eigur og rekur heimasíðuna Guide To Faroe Islands. Hetta er eitt stað á alnótini, sum vísir á tilboð til ferðafólk í Føroyum. Málbólkurin er serliga útlendingar, sum koma til Føroya at ferðast. Ein, sum bjóðar seg fram á heimasíðuni, er Ditte Mathilda Joensen, fotografur. Hon skipar fyri túrum, sum snúgva seg um at taka myndir av úrvaldum støðum í Føroyum, eitt nú Trælanípuni við Leitisvatn. "Eg vil gjarna vísa á nýggjar vinklar", sigur Ditte men leggur afturat, at trygdin er tað týdningarmesta. "Er veðrið ikki til vildar, fara vit ikki niðan á toppin", sigur Ditte. Hóast talan er um myndatúrar, er ikki neyðugt, at fólk hava fínt myndatól við - fólk kunnu eins væl taka myndir við fartelefon, tí, sum Ditte sigur, snýr tað seg um at hava okkurt at fortelja við myndum. Hoyr samrøðuna her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938