Limir í Búskaparráðnum skulu hava arbeiðsroyndir

Limir í Búskaparráðnum skulu hava arbeiðsroyndir
Nú skulu limir, ið verða valdir í Búskaparráðið, hava viðkomandi starvsroyndir
 
26.02.2019 - 11:31

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta lógina um Búskaparráðið. 

Sambært uppskotinum, so skulu limirnir í Búskaparráðnum vera búskaparfrøðingar, og útbúgving teirra skal í minsta lagi vera á masterstigi. Limirnir skulu hava viðkomandi arbeiðsroyndir sum búskaparfrøðingar.

Í viðmerkingum sigur landsstýriskvinnan, at samansetingin av ráðnum til tíðir hevur verið soleiðis, at fólk við drúgvum arbeiðsroyndum hava verið undirumboðað í ráðnum. 

Sverri Hansen segði seg í oktober í fjør frá sum formann í Búskaparráðnum. Grundgevingin hjá honum var, at hann var misnøgdur við samansetingina av Búskaparráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985