Lánini skulu gjaldast ov skjótt aftur

Lánini skulu gjaldast ov skjótt aftur
Stuttfreistaðu lánini hjá Føroyum telja niður, tá Føroyar skulu kredittmetast, sigur greiningarfyritøkan Moody’s
Skuldin hjá landskassanum minkar, men lánini er ov stuttfreistað, sigur Landsbankin
 
13.03.2019 - 08:05

Føroyska afturgjaldstítíðin er 2,6 ár og nógv styttri enn hjá øðrum londum. Stuttfreistaðu lánini gera, at Føroyar noyðast oftari at taka nýggj lán, og tað hevur størri váða við sær.

Landskassaskuldin, 4,6 milliardir krónur, er fimm láns­bræva­røðir. Tríggjar eru fimm ára lán, eitt er seks ára lán og eitt er 15 ára lán. 

Øll lánini eru standandi. Tað er, at bara renta, eingir av­dráttir, verður gold­in í lánstíðini. 

Alt í einum

Lánið verður goldið aftur í einum, tá láns­tíðin er farin. Landsbankin sigur, at langfreistaðu lánini eru dýrari, men tryggari, tí við teimum er minni ivi um komandi lánsútreiðslur. 

Við stuttfreistaðum lánum er vandin við brádligum rentuhækkingum størri, og tí kann hetta gerast dýrari sum frá líður. 

Í løtuni er rentan metlág, og tí er hetta eitt gylt høvi hjá landinum at taka lang lán. Tað hevði tryggjað eina lága rentu og lægri lánsútreiðslur næstu árini, sigur Landsbankin.

Í juni

Næsta lánið hjá landskassanum, sum er 1,1 milliard krónur fellur til gjald­ingar í juni.

Gjaldførið hjá lands­kassa­num er í løtuni væl størri en kravda minsta­gjald­førið, sum er 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Tí verður ikki neyðugt at endur­fíggja alla upp­hædd­ina, 1,1 milliard krónur í juni, og tí rindar lands­kassin nakað av skuld niður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928