Bakkafrost ætlar at byggja framkomna lívfiskastøð

Bakkafrost ætlar at byggja framkomna lívfiskastøð
Íløgan í lívfiskin skal síggjast sum ein langtíðaríløga, sum vit eru sannførd um fer at skapa virði fyri Bakkafrost
Bakkafrost ætlar at byggja eina framkomna lívfiskastøð, nú Bakkafrost hevur føroysku lívfiskaætlanina. 
Mynd: bakkafrost.com  
 
24.03.2019 - 10:11

Bakkafrost ætlar at byggja eina framkomna lívfiskastøð, nú Bakkafrost hevur føroysku lívfiskaætlanina. 

Tað fer nevndarformaðurin í Bakkafrosti, Rúni M. Hansen, at siga í sínari frágreiðing til ársaðalfundin 5.apríl. Hann fer eisini at siga teimum á ársaðalfundinum, at Bakkafrost hevur nú fýra aliøki í Suðuroynni, tað seinasta av teimum fer undir sítt virksemi nú í 2019. Kryvjivirkið í Suðuroynni er dagført. Higartil hava úrslitini í Suðuroynni givið Bakkafrosti góðar vónir, sigur Rúni M. Hansen.

Bakkafrost leggur dent á burðardygd, sigur nevndarformaðurin. Felagið avgjørdi tí í fjør at gera íløgur í fyrsta biogassvirkið í Føroyum. Og smoltstøðin á Strond á Borðoynni verður liðug í ár. Nevndin í Bakkafrosti fer á ársaðalfundinum 5.apríl at skjóta upp, at vinningsbýtið fyri 2018 verður 8,25 kr. fyri hvørt partabræv, ella 403,1 millión krónur samanlagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770